Tilmelding til Nyhedsbrev

Vil du have mere at vide om vores arbejde på Christiansborg?

Så tilmeld dig vores Nyhedsbrev
1 marts 2010
Nýggja kanningin hjá Norðuratlantsbólkinum verður løgd fram í Miðlahúsinum í kvøld kl.20

"Á veg móti einum sjálvberandi búskapi -
frágreiðing um búskaparpolitiskar forðingar og møguleikar"
 
Jóannes Jacobsen, Ph.d. í búskaparfrøði leggur fram búskaparpolitiska frágreiðing um búskaparlig og politisk viðurskifti ið hava størstan týdning fyri einum møguligum føroyskum sjálvberandi búskapi.

Eitt av kunngjørdu málunum hjá Norðuratlantsbólkinum hevur frá byrjan verið at gjørt eina størri óhefta kanning av politisku, búskaparligu og vinnuligu viðurskiftunum í Føroyum og Grønlandi og sambandinum við Danmark – herundir leiklutin hjá ríkisveitingini í hesum skipanum og møguleikarnir fyri sjálvberandi búskapi.

Norðuratlantsbólkurin er tískil sera fegin um, at tað hevur eydnast at fáa ein granskara í búskaparfrøði og ein samfelagsfrøðing at gera eina slíka kanning viðvíkjandi Føroyum, sum nú verður løgd fram.

Frágreiðingin viðgerð millum annað hesar spurningar:

Hvussu er samanhangurin millum politikk, vinnu, ríkisveiting og búskap?
Forðar ríkisveitingin fyri størri útflutningsvinnu?
Ber fiskivinnan øllum føroyska samfelagsbúskapinum?
Kann fiskivinnan kasta meira av sær – og hvørjar eru tær politisku forðingarnar?
Hvat hendir, tá vit skera ríkisveitingina – og hvat hendir, um vit ikki gera tað?

Í frágreiðingini verður fyrst hugt eftir yvirskipaðu gongdina í føroyska búskapinum við atliti til m.a. inntøkustøði, vinnubólkabýti, lønargongd, miðsavning, vinnustudning og ríkisveiting.

Hareftir viðgerð frágreiðingin nakrar vinnupolitiskar forðingar og møguleikar í høvuðsvinnuni umframt ávirkanina av ríkisveitingini á føroyska búskapin.

Ávirkanin av ríkisveitingini verður viðgjørd bæði við atliti til hennara reint búskaparligu ávirkan og hennara ávirkan á búskaparpolitikkin.

At enda verður hugt út í framtíðina. Frágreiðingin viðger avleiðingarnar av eini møguligari niðurlaging av ríkisveitingini. Mett verður eisini um, hvussu ein sjálvberandi búskapur kann væntast at síggja út.

Á kjakfundi í Miðlahúsinum fer Jóannes Jacobsen at leggja fram sínar greiningar og niðurstøður og at svara spurningum.

Norðuratlantsbólkurin

Meira fæst at vita við at venda sær til Høgna Hoydal á tlf. +298 22 02 50

Trýst her fyri at lesa niðurstøðuna ella kanningina í fullari longd.
Flere nyheder